T˙ ert her: MIđN┴MSRIT
Miðnámsrit

Miðnámsrit kom fyrstu ferð út í mars 2014.
Í eina tíð hava vit tosað um at givið eitt netblað út við fakligum og námsfrøðiligum tilfari – nú er tað veruleiki. Tað er nógv spennandi og viðkomandi, ið rørir seg í miðnámsskúlaøkinum, og sum eisini hevur almennan áhuga, og tí halda vit, at tað er neyðugt at hava eitt blað, sum lærarar, leiðarar, embætisfólk, politikarar og onnur, ið vara av miðnámsútbúgving, kunnu skriva í.

Vit ætla, at blaðið verður so fjølbroytt sum gjørligt við høvuðsdenti á tað, sum er viðkomandi á miðnámi. Blaðið, sum skal koma út fýraferðir um árið, kemur at liggja á heimasíðuni hjá Føroya Handilsskúla.
Vit ætla, at blaðið verður so fjølbroytt sum gjørligt við høvuðsdenti á tað, sum er við­komandi á miðnámi. Blaðið, sum skal koma út fýra ferðir um árið, verður lagt á heimasíðuna hjá Føroya Handils­skúla.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Sí Miðnámsritini niðanfyri: