Mynd 14

Um hægri útbúgvingar
Lestrarupptøka
HD
Akademiútbúgving
Teldustøðingaútbúgving
Diplomútbúgving í leiðslu
Marknaðarførslubúskapur
 
Fíggjarbúskapur  
Hægri útbúgvingar

Hesar hægri útbúgvingar kunnu í løtuni takast á Glasi, Marknagil:

HD - handilsvísindalig diplomroynd
Endamálið við eini HD-útbúgving er at fáa hollan kunnleika í einari vinnubúskaparligari sergrein. Tann lesandi gerst soleiðis førur fyri at meta um og nýta ástøði og háttaløg í sergreinini, so hann kann viðgera og loysa trupulleikar í virkjum, fysitingum og hjá tí almenna. HD 1. partur er skipaður sum parttíðarlestur á Glasi í samstarvi við Århus Universitet. HD 2. partur, sergreinirnar 'Roknskapur og búskaparstýring' og 'Fíggjarlig ráðgeving' eru skipaðar sum fjarlestur parttíð við Århus Universitet, har ávísar tænastur eru á Glasi. 

Akademiútbúgving
Akademiútbúgvignin er ætlað tær, sum hevur fulltíðarstarv og fegin vil hava eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin er liðilig og kann tískil lagast til títt starv, tíni ynskir og tín tørv. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, har tað ber til at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modul. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina. AÚ er skipað sum parttíðarlestur.

Teldustøðingaútbúgving (verður ikki boðin út í løtuni)
Á teldustøðingútbúgvingini lærir tú um m.a. forritan, system menning, kunningartøkni í virkinum og netverk. Undir útbúgvingini er møguleiki at gera fleiri spennandi verkætlanir. Nøkur av størvunum, sum útbúnir teldustøðingar hava, eru system mennari, netumsitari, forritari, web-mennari, system umsitari, KT ráðgevi. Teldustøðingaútbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 2½ ár.

Diplomútbúgving í leiðslu
Hevur tú leiðsluábyrgd ella væntar tú at fáa leiðsluábyrgd, er Diplomútbúgvingin í leiðslu rætta útbúgvingin fyri teg. Útbúgvingin setir fokus á tína leiðslu og gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu. Útbúgvingin er sett saman av 6 obligatoriskum modulum, 3 valmodulum og høvðusuppgávu. Til ber at taka støk fakmodul ella alla útbúgvingina. DIL er skipað sum parttíðarlestur.

Marknaðarførslubúskapur
Marknaðarførslubúskapur er ein fulltíðar yrkisakademisk framhaldsútbúgving, sum:
  • gevur beinleiðis vinnuførleikar,
  • gevur beinleiðis atgongd til professiónsbachelor,
  • hevur aðrar møguleikar í sambandi við framhaldandi lestur o
  • er lagað til føroysk viðurskifti.
Útbugvingin tekur tvey ár og er á vinnuakademi stigi flokkað sum styttri framhaldsútbúgving. Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur. Fullur lestrarstuðul verður veittur til tey lesandi. 

Fíggjarbúskapur
Dámar tær væl at arbeiða við tølum og búskapi er Fíggjarbúskapur ein góður møguleiki. Útbúgvingin er hægri útbúgving skipað sum lestur fulla tíð í tvey ár. Fíggjarbúskapur er millum annað ætlað teimum, sum ynskja sær eina yrkisleið í banka ella tryggingarfelagi, men útbúgvingin kann sjálvsagt eisini nýtast innan mong onnur øki. Til ber eisini at lesa víðari til bachelor ella professiónsbachelor. Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur. Fullur lestrarstuðul verður veittur til teimum lesandi. 



 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb