T˙ ert her: FHS
Mynd 11

Um FHS yrkisnám
Lærugreinir
Undirvísing
Upptøka
Møguleikar eftir FHS
FHS Yrkisnám

FHS er estøðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu, sum tekur eitt ár, og sum veitir næminginum sjálvstøðugt prógv. Fleiri nýggjar og spennandi lærugreinir verða bjóðaðar út á FHS innan handil og búskap, har tú lærir um t.d. keyp, marknaðarførslu, reklamu, tænastuveiting, búskap og roknskap; at stovna egna fyritøku kanst tú eisini læra her.   

Yrkisnám fyrireiking

Yrkisnám fyrireiking er eitt ára útbúgving, sum vendir sær til tín, ið hevur tørv á at fyrireika teg til at taka FHS ella aðra miðnámsútbúgving.

Á Yrkisnám fyrireiking leggja vit dent á ymiskleika og undirvísing er laga til tann einstaka næmingin og tørvin hjá tí einstaka.

Vit taka í undirvísingini støði í veruleikanum uttan fyri skúlan.

Skúlaárið er býtt sundur í 4 høvuðsevni: Samfelag, vinnulív og mentan og eitt evni, sum næmingarnir velja.

Hóast tímatalvan á Yrkisnám fyrireiking er býtt sundur í lærugreinir, arbeiða vit breitt tvørtur um fakmørk.







 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb