Tú ert her: Búskaparbreytin
FHS STOR

Búskaparbreytin
Lestrarleiðir
Lærugreinir
Møguleikar eftir
búskaparbreyt
Upptøka
Undirvísing
Hægri Handilsprógv HH1
Búskaparbreytin

Búskaparbreytin er 3-ára gymnasial miðnámsútbúgving, ið gevur møguleika at halda fram á hægri lærustovnum í Føroyum ella uttanlands.

Vilt tú vera við, har broytingar henda, vilt tú mennast persónliga og fakliga? Og dámar tær at leiða og skipa fyri? So er studentur á Búskaparbreytini ein møguleiki fyri teg.

Okkara fyrrverandi næmingar eru í lyklastørvum í samfelagnum. Teir eru flogskiparar, grannskoðarar, lærarar, løgfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, verkfrøðingar, virkisleiðarar, búskaparfrøðingar og mangt annað.

Búskaparbreytin gevur tær atgongd til hægri útbúgvingar og læru í vinnulívinum, til dømis í banka ella grannskoðaravirki. Hon ger teg føran fyri at skilja, hvussu samfelagið virkar, hvussu tilfeingið verður nýtt burðardygt, og hvussu globaliseraði heimurin hongur saman. 

Tann, ið hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlan í 9. flokki við so góðum úrsliti, at hann má metast at vera førur fyri at gjøgnumføra útbúgvingina, kann verða tikin inn á Búskaparbreytina.
 


 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb