Søga Handilsskúlans

Frá fyrsta kvøldskúlanum, sum Evensen prestur á Sandi byrjaði í 1904, til í dag meira enn 100 ár seinni hava skúlar - og skúlagongd yvirhøvur - ment seg sera nógv og lagað seg eftir teimum tørvum, sum ymsir myndugleikar og hvørt tíðarskeið settu fram krøv um. 

Í bókini "Handilsskúlin - hálvrunnin øld" eftir Heðin Samuelsen og Pou Johs. Lindberg verður greitt frá, hvør upprunin var til kvøldskúlan. Ein privatur kvøldskúli varð stovnaður í Havn í 1926. Hesin gjørdist seinni kommunalur kvøldskúli. Tórshavnar Handilsskúli varð stovnaður í 1936 sum ein deild av kommunala kvøldskúlanum. 

Frá at vera ein kvøldskúli, har ungdómurin kundi læra at lesa, skriva og rokna, kom í oktober 1935 fyrsta menningin í handilsskúlalærugreinum, tvs. bókhaldi, stenografi og maskinskriving. Tann danska lærlingalógin frá 1937 boðai frá, at øll sum vóru í læru í handli ella á skrivstovu skuldu ganga á handilsskúla. Hendan útbúgving varð nevnd Handelsmedhjælpereksamen (HMX) og varð tikin um kvøldið. Hon varð seinni býtt sundur í skrivstovulæru og handilsslæru. 

Handilsskúlar vórðu stovnaðir ymsastaðni kring oyggjarnar: Á Tvøroyri 1933-68, í Klaksvík 1937-68, í Vági 1961-68, í Fuglafirði 1962-68 og í Tórshavn 1936-63. Í Tórshavn varð navnið broytt til Føroya Keypmannaskúli í 1963, men 4. oktober 1967 vórðu allir handilsskúlar í Føroyum lagdir undir sjálvsognarstovnn FØROYA HANDILSSKÚLI. 

Aðrar útbúgvinginar so sum merkonomútbúgving og hægri stakroyndir kundu lesast á handilsskúlanum frá 1973, meðan bankar og sparikassar fingu undirvísing á handilsskúlanum frá 1976.

Hægri Handilsskúli byrjaði á heysti í 1978 í kjallaranum hjá Fiskasøluni yvir við Strond, meðan FHS undirvísingin kom í 1983 á dagskúla, tá nýggi bygningurin í Marknagili varð tikin í nýtslu. 

FHS svaraði til danska EFG í nøkur ár, men tá danska skúlaskipanin varð býtt sundur í 3 ára HHX og 1 og 2 ára HG, varð hildið fram við føroysku skipanini við FHS sum støðisári, haðan næmingar antin kundu fara í læru ella halda fram á 2 ára HH. Umframt hesa skipan fór handilsskúlin í 2007 undir eina royndarskipan við 3 ára HH, sum legði seg eftir at útbúgva næmingar til at fara beinleiðis til hægri útbúgvingar á universitetum og hægri handilsskúlum. 

Umframt miðnámsútbúgvingar verða fleiri hægri útbúgvingar eisini bjóðaðar út á handilsskúlanum. 

Við skúlaársbyrjan í august 2013 hava myndugleikarnir nú sett í gildi nýggja skipan. 3 ára HH verður nú nevnt Búskaparbreytin, meðan FHS hevur fingið navnið FHS Yrkisnám
 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb