T˙ ert her: UM OKKUM
Føroya Handilsskúli - tín yrkisleið byrjar her

Á Føroya Handilsskúla bjóða vit eitt fjølbroytt úrval av útbúgvingum bæði til ung, vaksin og til fyritøkur. Hóast útbúgvingarnar eru ymiskar, so hava tær allar tað til felags, at tær á ymsan hátt snúgva seg um handil, búskap og KT. Vit leggja stóran dent á altjóða viðurskifti og á holla undirvísing í máli.


Hevur tú ein dreym um eina yrkisleið, so vilja vit á Føroya Handilsskúla hjálpa tær at gera dreymin til veruleika.

Tú kanst blíva búskaparstudentur á Handilsskúlanum. Tað er trý ára gymnasial miðnámsútbúgving, ið gevur møguleika fyri at halda fram á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands. FHS er 1 ella 2 ára støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu , sum gevur møguleika fyri at fara í læru og at taka yrkisútbúgving innan handils- og skrivstovuyrkið.

Føroya Handilsskúli bjóðar eisini fleiri Hægri útbúgvingar.

Brennur tú fyri KT er Teldustøðingaútbúgvingin ein møguleiki. Tað er fulltíðar KT-útbúgving, sum tekur 2 1/2 ár.

HD er eisini møguleiki. Útbúgvingin er sett saman av 1. parti, sum er grundleggjandi búskaparlig útbúgving og HD 2. parti, har til ber at sergreina seg m.a. um fjarlestur Århus Universiteti.

Akademiútbúgvingin er ein sera liðilig útbúgving, har tú kanst seta lærugreinir saman til egin ynski og tørv. Eisini ber til at taka Diplomútbúgving í Leiðslu og Merkantila diplomútbúgving, sum saman við 2-ára viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor  útbúgving.

Á Føroya Handilsskúla eru uml. 550 lesandi. 150 teirra eru knýtt at hægri útbúgvingunum. Tað starvast umleið 60 starvsfólk á Føroya Handilsskúla. Fleiri eru parttíðarsett.

Vit leggja dent á eitt livandi og modernað skúlaumhvørvi, har undirvísingin er lagað til innovativ og kreativ rák í samfelagnum. Vit leggja dent á trivnað og gott samanhald, á góða spennandi undirvísing og at røkja altjóða sambond.
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb